Um okkum.
Suðuroyar Kajakk ynskir at bjóða tær eina burðadygga rørslu uppliving á sjónum.
Stovnað í 2021.

Eyðfinn Debes
Eigari av Suðuroyar Kajakk
Suðuroyar Kajakk bleiv sett á stovn eftir at vit vóru á Hópfígging.fo. Við Hópfígging ynsktu vit at síggja, hvat áhugin var fyri at leiga kajakkir á okkara oyggj. Einki sovorit tilboð var her suðuri, og hildu vit, at hetta var spennandi at fara í gongd við. Við Hópfígging, sóu vit, at áhugin var stórur, og vit náddu á mál við verkætlanini.
Takka verið Hópfígging, hevur Suðuroyar Kajakk nú 5 dupultar og 3 einkultar Sit on top kajakkir og eitt SUP bretti, ið kann leigast fyri 100 kr. fyri ein tíma per persón. Eisini hava vit 6 vát- og turrdraktir, ið kunnu leigast fyri 50 kr. fyri tveir tímar.
Vágsfjørður er sera vælegnaður til kajakróður. Hann er langur og smalur, og grynri enn aðrir fjørðir í Føroyum. Vit viðmæla at familjur rógva innanfyri pirin. Um ein ætlar sær ein longri túr, er neyðugt við einari vát- ella turrdrakt. Tú kanst brúka tína egnu drakt, ella leiga frá okkum.
Lívið er vakrari á sjónum!
Suðuroyar Kajakk er eitt burðardygt rørslutilboð
Kajakkirnar hjá Suðuroyar Kajakk eru framleiddar burturúr burðardyggum plasti. Eisini verða tær framleiddar eftir “Zero waste” reglunum. Les meira um hetta her. Kajakkróður slítur ikki upp á okkara náttúru, og heldur ikki dálkar tað okkara náttúru. Suðuroyar Kajakk er eitt lokalt felag. Okkara buðrardygga rørslutilboð er nakað, ið bæði tey staðbundnu og tey vitjandi, kunnu fáa gleði av.
At rógva kajakk styrkir um likamligu og sálarligu heilsuna
At rógva kajakk er ein “low impact” ítróttur. At vera uttandura á sjónum, økir um D-vitamin upptøkuna, og styrkir um sálarligu heilsuna. Kajakkróður minkar um strongd og tunglyndi. Kajakkróður skapar ein góðar felagskap, saman við øðrum, ið deila sama áhugað. Tú kemur tættari at náttúruni, og kann njóta tað ríka djóralívið á sjónum. Ert tú heppin, ber til at síggja kópar og nýsur og onnur líknandi djór. Síggj og uppliva okkara vøkru oyggj, frá øðrum vinklum, enn tú ert von/vanur við. Covid-19 vinarligt, tí her er góður møguleiki fyri at halda frástøðu.